Áset tal av gestum og vel dag og tíð í talvuni niðanfyri.
Tá tú hevur bílagt borð, fært tú beinanvegin eina váttan fyri bíleggingina sendandi við telduposti. Í teldupostinum er vegleiðing til, hvussu tú kanst broyta tína borðbílegging um neyðugt er.
Gev gætur, at borðið er títt í 2,5 tímar. Eftir hetta kann borðið verða bílagt til ein nýggjan gest. Ynskir tú at hava borðið longri enn 2,5 tímar, kanst tú senda ein fyrispurning til skeivapakkhus@skeivapakkhus.fo
Eru tit 8 gestir ella fleiri, borðreiða vit okkara føstu Skeivu smakkmatskrá, sum hóskar sera væl til størri bólkar. Smakkmatskráin inniheldur eitt spennandi úrval av italskt-inspireraðum rættum við føroyskum rávørum, sum broytast við árstíðini.
Fleiri enn 12 gestir?
Til ber bert at bíleggja borð við at senda ein teldupost til skeivapakkhus@skeivapakkhus.fo
Eru nøkur ovurviðkvæmi fyri mati, sum vit skulu taka hædd fyri? Vinaliga boða okkum frá skjótast gjørligt ella í seinasta lagi 24 tímar áðrenn tit koma.
Tá ið rindað verður við business-gjaldskortum, verður surcharge kravt.
Vit gleða okkum til at bjóða tykkum vælkomnum.