Áset tal av gestum og vel dag og tíð í talvuni niðanfyri.
Tá tú hevur bílagt borð, fært tú beinanvegin eina váttan fyri bíleggingina sendandi við telduposti. Í teldupostinum er vegleiðing til, hvussu tú kanst broyta tína borðbílegging um neyðugt er.
Vart verður gjørt við, at borðbíleggingin er galdandi í 2,5 tíma frá byrjan. Eftir tað kann borðið verða lovað øðrum gestum.
Eru gestirnir fleiri enn 10, ber bert til at bíleggja borð við at ringja til Tarv á telefon +298 411400 ella at senda ein teldupost til tarv@tarv.fo
FYRI BÍLEGGINGAR TIL FLEIRI ENN 10 FÓLK, SKULU GJALDKORT SKRÁSETAST
Fyri at vit kunnu verja okkum fyri følskum bíleggingum, ella at eingin kemur, er neyðugt at skráseta títt gjaldkort til bíleggingina. Tá ið tú hevur avgreitt bíleggingina, kemur ein nýggj síða fram, har tú skrivar upplýsingar á gjaldkorti.
Vit gera vart við, at bíleggingin er ikki endalig fyrr enn upplýsingar á gjaldskortinum eru skrásettar. Einki verður tikið av gjaldskortinum uttan so, at tú ikki kemur.
Tiknar verða 350 kr. fyri hvønn, um tú ikki gevur avboð í seinasta lagi 24 tímar áðrenn tína borðbílegging.
Tá rindað verður við business gjaldskortum, verður surcharge kravt.
Vit gleða okkum til at bjóða tykkum vælkomnum.