Borð
Tiltøk
Persónupplýsingar
Rita inn
TÍN BÍLEGGING
Í alt: 0,00
Events í Ruts
Smakking og døgurði (kl. 18-23): 950 kr fyri hvønn (ÚTSELT)

Bara smakking (kl 18-20): 400 kr fyri hvønn (ÚTSELT)

OY og Faer Isles Distillery lýsa leiklutin hjá malti í øli og whisky, og hvussu hesin smakkur og angi kann upplivast. Sum upphiting verður greitt frá, hvussu vit sansa luktir og smakkir í alkoholiskum drykkjum. Alessandro Ersettigh, høvuðsbryggjari á OY bjóðar maltutar øl við serligum atliti til Skotland. Síðani fer Bjarni Lamhauge frá Faer Isles Distillery at skeinkja útvald whisky, ið vísa dygdirnar og breiddina av malt-smakki.

Aftaná smakkingina hevur høvuðskokkurin á Hotel Føroyum, Sveinur Fuglø, samansett eina serliga matskrá afturvið øli frá smakkingini og kokkteyls frá Faer Isles Distillery.

Matskrá:

Laksatatar & brandadaskúm

Ryggsnkeið av grísi & whiskysós

Ølísur & lakaðar rabarbur

Vit brúka cookies fyri at gera tína uppliving so góða sum gjørligt. Neyðugar cookies tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfríar cookies, sum geva okkum hagtøl um hvør vitjar síðuna. Tú kanst lesa meira her. Vinarliga vel um tú ynskir at góðtaka hesar valfríu cookies.