Borð
HOYM VIÐ
Persónupplýsingar
Rita inn
TÍN BÍLEGGING
Í alt: 0,00
KONSERTIR
Døgg Nónsgjógv hevur seinasta árið latið úr hondum EP-útgávuna Døggfallin. Eisini er ein EP útgivin við endurmiksum av øllum løgum, og ein LP har báðar versiónir eru samlaðar á síðu A og B. Útgávan hevur verið væl móttikin og slóðaði vegin fyri at Døgg Nónsgjógv í mai framførdi fyri fullsettum sali á SPOT-festivalinum í Danmark.

Døgg Nónsgjógv framførir saman við Høgna Lisberg og Jan Rúna Poulsen í OY fríggjakvøldið 04. okt kl. 21.00.

Atgongumerkir kosta 50 kr.

Eitt hitt stórsta føroyska satsið úti í heimi í løtuni er bólkurin Aggrasoppar. Tey hava framført á G! trý tey síðstu árini. Tey fingu í lag sáttmála við bókingarfelag í Frankaríki, Voulez Vous Danser, í 2023.

Allastaðni har tey koma vekja tey stóran áhuga. Rættiliga merkisvert, tá ið tú hugsar um, at tey rappa og syngja á føroyskum, og hava undarligar tekstir. Men jú, so hugtakandi er teirra framførsla, at hon brýtur málslig mørk. Og tey spæla eisini heilt ólukksáliga væl á pallinum - tað er bergtakandi. Tað er óskikkiligt og gott í senn. Til FMA trý tey seinastu árini, hava tey eisini gjørt um seg við fleiri tilnevningum. Aggrasoppar hava útgivið tvær plátur og spælt eina ørgrynnu av konsertum í Føroyum og runt í Evropa. Eftir at hava spælt á The Great Escape í Brighton í fjør, vóru tey kosin at vinna The Steve Strange Award við eini peningagávu á 4000 evrur, fyri at vera tað mest spennandi navnið á festivalinum.

Í 2023 vunnu tey eisini Sement her heima, og nú koma tey endiliga at spæla eina mergjaða konsert í OY 5. oktobur, har ungi listamaðurin úr Klaksvík, Viðarr, sum gjørdi um seg á Sement 2024 við sínum heimagjørdu elektropoppløgum, fer at standa klárur á pallinum at hita tykkum upp, áðrenn tey trína á pallin.

Atgongumerki kosta 150 kr og tiltakið byrjar kl. 21.00.

SAKARIS hevur verið ein støðugur veitari av góðum konsertupplivingum og framúr poppløgum, líka síðan debutplátuna í 2012.

Hann hevur altíð leverað, líkamikið um framførslan er á G! pallinum, til eitt bingo í pensjonistafelagnum ella til ein trettan ára føðingardag.

Í løtuni verður nýggjasta staklagið “Allarbesti" tráspælt í føroyskum útvarpi. Umframt hetta hevur hann eina rúgvu av peppandi hittum í skjáttuni, harímillum “Aalborg”, “Magical Bag of Fun” og so hin víðagitni (í Føroyum) “I Put On This Dress Only for You”, sum hevur ljómað í mangum føroyskum veitslum. Harumframt stendur SAKARIS (í samstarvi við Byrta) fyri eitt av ársins poppløgum 2024, nevniliga nýmótans tulkingina av 80’ara hittinum “Frøknur”.

Tónleikurin hevur verið lýstur sum J-Pop hittir 80-ára glamm popp, við einum broddi av oyðandi norðurlendskari vantrúgv. Men peppað er tað so altíð. SAKARIS er heilt egin, ljóðið er serstakt, og melodiirnir ótrúliga fangandi.

Konsertin verður 11. oktobur kl. 21.00 og atgongumerki kosta 50 kr.

Tað verður vilt, brutalt old school trash og tað verður for frá! Exit Light spæla tey sjúku Metallica-løgini, og tað verður gjørt í lekkra øl- og BBQ- deyminum á OY 12. oktobur!

Manning:

Dagfinn Joensen - Geyl

Benjamin Petersen - Riff og fleyg

Henning Jensen - Riff meizter

Torleik Mortensen - Low end rumble

Sigurd Justinussen - Taktstjórin

Atgongumerki kosta 200 kr og konsertin byrjar kl. 23.00

Seinasta konsertin á heystskránni hjá OY í ár verður við ongum øðrum enn Hamradun!

Hamradun spælir føroyskan fólka-rokk tónleik við Pól Arna Holm á odda. Hamradun gav út sína fyrstu útgávu í 2015 og hava teir síðan tá spælt nógvar konsertir bæði í Føroyum og uttanlands. Fyri kortum gav Hamradun LP'ina 'Nætur Níggju' út, og 19. oktobur koma teir at framføra í OY við einum stórum braki.

Atgongumerki kosta 200 kr og konsertin byrjar kl. 21.00.

Marianna Winter er eitt av teimum heilt spennandi nøvnunum í føroyskum tónleiki. Sangarinnan skrivar fangandi poppløg við modernaðari nostalgi, sjálvstilvitaðum humori og sálargranskandi tekstum, sum fanga tíðarandan og umskapa hann til nútímans tónlist. Tað eru sjáldsamir eginleikar, ið tala beinleiðis til ungdómin og óbeinleiðis til tey tilkomnu.

Hon er júst nú í gongd við at framleiða nógvan nýggjan tónleik, saman við Ragnari Finsson og til konsertina í OY fer hon at frumvísa fleiri teirra!

Frammanundan hevur hon verið aktuel við stakløgunum, “Cruising”, “People Pleaser” og “Consequences” hvørs tónleikasjónband spruttar við blóði og sjarmu.

Tey, ið framføra eru:

Marianna Winter (sang)

Ragnar Finsson (gittar)

Árni Jóhannesson (bass)

Hjørtur Pætursson Háberg (trummur)

Kristian Pauli Ellefsen (keys)

Konsertin verður 18. oktobur kl. 21.00 og atgongumerkir kosta 50 kr.

Sangskrivarin og troubadururin úr Gøtugjógv, Lyon Hansen, kemur at spæla eina konsert fyri tykkum í OY fríggjakvøldið 25. oktober.

Við síni eyðkendu rødd og gittarspæli borðreiðir hann við gomlum amerikonskum fólkasangum, slitnum blues-tónum úr sumpinum í Alabama, og sínum egnu løgum sum snúgva seg um alt frá kærleika, sorg og busstúrum norð í myrkri. Við sær á palli hevur hann Karl Andrias Stóra á bassguitar og Kristian Paula Ellefsen á keys.

Atgongumerki kosta 50 kr.

Marius Ziska hevur í mong ár verið ein av Føroya fremstu og best umtóktu tónleikabólkum. Bólkurin hevur vunnið FMA-virðislønir fyri besta sang, bestu heildarútgávu og bestu tekstir.

Marius Ziska hevur verið nógv at hoyrt á føroysku tónleikafestivalunum og í fjør spældi bólkurin tríggjar útseldar konsertir í Norðurlandahúsinum saman við Føroya Symfoniorkestri. Bólkurin hevur eisini spælt nógv uttanlands og skal í november mánaða til Íslands at spæla á tónleikafestivalinum Iceland Airwaves.

Tónleikararnir, ið fara at manna bólkin Marius Ziska á konsertini í OY, eru Hans Marius Weihe Ziska, Heðin Ziska Davidsen, Magnus Johannesen, Kristoffur Mørkøre og Jan Rúni Poulsen.

Konsertin verður 26. oktober kl. 21.00 og atgongumerki kosta 200 kr.

Fríggjakvøldið 1. november verður útgávukonsertin "RED" við Una Debess & The Tomcats.

Bólkurin hevur verið virkin í mong ár eftirhondini við nógvum heildarútgávum, og hópin av framførslum runt í Føroyum og uttanlands. Nú er bólkurin aftur klárur við nýggjum tilfari, sum teir gleða seg at framføra fyri tykkum.

Manningin í Uni Debess & The Tomcats:

Uni Debess - sang, gittar

Edvard N. Debess - bass, kór

Finnur Hansen - orgul, kór

Rógvi á Rógvu – trummur

Konsertin verður 1. november kl. 21.00 og atgongumerki kosta 50 kr.

Dania O. Tausen er ung tvørlistakvinna á føroyska tónleika- og yrkjarapallinum uppvaksin á Toftum. Ein sangarinna, sangskrivari og yrkjari sum úttrykkir seg á egnan hátt við føroyska málinum. Sum barn og tannáringur framførdi hon mest í brøðrasamkomuni, men Í 2018 gjørdi hon um seg á heiðurskonsertini fyri Ellu Fitzgerald, og byrjaði at útgeva egnan tónleik stutt eftir, tá hon flutti til Havnar at lesa ritlist. Hon framførir í dag javnan við soloprojektinum Dania O. Tausen, jazztrioini SWAY og hiphopbólkinum Aggrasoppar. Til dagliga arbeiðir Dania hjá plátufelagnum Tutl og er fyriskipari av yrkingaupplestrum í Sirkus. Dania bleiv serliga umrødd í Føroyum, tá ið yrkingasavnið Skál og dokumentarurin um yrkingasavnið komu út. Savnið og filmurin vóru kontroversiell tí Dania vísti á, hvussu tað er at vaksa upp innan samkomu á bygd og hvussu tað er at vera ungur og ivandi.

Í tónleikinum, sum Dania síðani hevur útgivið, "gonguteigatúnatos" (2021) og "ja, nei – og restin av vikuni" (2023), hevur hon fokus á menniskjanum – ofta føroyinginum – og nógvum av okkara simplu, men eisini meira kompleksu kenslum. Hon dugir at síggja tað stuttliga í tí dagliga og orða tey dagligu viðurskiftini soleiðis, at tú sært annarleiðis uppá tey aftaná. Sum G! Festivalurin segði, har Dania hevur spælt tvey tey seinastu árini: "Hevur tú ikki hoyrt um Daniu O. Tausen hetta seinasta árið, so hevur tú búð undir einum steini. Eingin mann hava spílað seg meira út í tíðarskeiðnum enn hettar arbeiðssama fjöllistafólki av Toftum." Dania vann eisini eina FMA fyri ársins útgávu 2023, við løgum sum "kann eg hava armin soleiðis her?" og "eg burdi keypt mær hús í bergen". Dania vísir í allari síni list ein serligan tokka til föroyska málið. Á ein snildisligan og háfloygdan hátt brúkar hon eitt gerandismál, sum öll kunnu kenna seg aftur í.

Dania O. Tausen, sang, kassagittar

Ragnar Finsson, sang, elgittar

Benjamin Djurhuus, sang, elgittar, synth

Vár Miðberg, sang, trummur

Elin Maria Hansen, sang, bass

Vit gleða okkum at uppliva Daniu O. Tausen við bólki í OY leygarkvøldið 2. novembur kl. 21.00. Atgongumerki kosta 100 kr.

Evnaríka songkvinnan Lea Kampmann hevur júst givið út sína fyrstu útgávu á føroyskum: Seinferð.

Tað var nakrar dagar fyri jólaaftan í 2022. Kavin lá sum ein tung dýna yvir Hoydalar. Teitur og eg sótu í upptøkuhølinum, í Hjallinum á gamla Sanatoriinum, og hugdu út á kavaflykrurnar, sum løgdu seg á sprossar, tøk og greinar kring okkum. Eg var sjúkrameldað við strongd frá konservatoriinum í Keypmannahavn, og eg var svimbul og pøst allatíðina, eisini tá eg lá í songini. Men hendan desemberdagin settu Teitur og eg okkum fyri at skapa eina útgávu, ið var ein uppreistur ímóti tí skjótleikanum, sum ræður í dag. Ein innari uppreistur móti at halda, at ein skal renna eins skjótt sum hini, hóast tað ikki kennist rætt. Eg visti, at tað einasta, sum fór at gera meg fríska, var at loyva mær sjálvari at liva, skriva og syngja í seinferð. At tora at lata múrarnar, eg hevði bygt kring meg fella, og at tora at vera eg, á málinum, eg segði, eg elski teg á fyrstu ferð.

Flestu løgini á útgávuni snúgva seg um kærleika. Um mistan kærleika, vaksandi kærleika og minnir um ein kærleika, ið einaferð var. Løgini eru skrivaði saman við Teiti Lassen, ið eisini hevur framleitt útgávuna. Alt á útgávuni er spælt og sungið teskandi, á akustiskar gittarar, strúkarar og træblásarar. At innspæla og at skapa hesa útgávuna, var sum at liggja inni í einum sponskum gittara, langt vekk frá skermum og larmi.

Konsertin verður 8. november kl. 21.00. Atgongumerki kosta 50 kr.

Leygarkvøldið 9. november kl. 21.00 framføra Hamferð í OY.

Atgongumerki kosta 200 kr.

Leirvíkingurin, sum hevur í túsundatali av lurtarum úr øllum heimi á stroymingartænastum, hevur haft sín tónleik í m.a NBA telduspølum, Netflix røðum, Subaru bilreklamum og Carhartt klæðnareklamum.

Høgni skrivar sangir um uppreistur, kærleika, órættvísi og myrkur. Tónlistarliga útferðin fer áhaldandi longri og djúpri við árunum sum ganga, og hettar merkist aftur í tekstum og tónleikaligu framgongdini.

Høgni vann ein FMA sum ársins framleiðari, í felag við James Thomas, fyri útgávuna Within a Man, sum kom út í 2020. Av hesi útgávuni hava serliga løgini Simple Man, On Your Side og Waiting for You verið at hoyrt í útvarpinum.

Fríggjakvøldið 15. november kl. 21.00 framførir Høgni Lisberg í OY. Við Høgna á palli vera Jan Rúni Poulsen á trummum og Knút Háberg Eysturstein á tangentum.

Atgongumerki kosta 50 kr

Kvonn spælir fólkatónleik úr Norðurlondum. Meginparturin av spæliskránni er tó egin løg hjá limum í bólkinum.

Angelika Nielsen, violin

Sharon Weiss, blokkfloyta

Ívar Bærentsen, mandolin, gittar

Kristian Blak, klaver

Mikael Blak, bass

Kalas er ein tónleikabólkur mannaður av 4 ungum gentum. Teirra tónleikaferð byrjaði í 1. flokki í samband við verkætlanina “Litir í Leiki”, og hava tær spælt líka síðani. Í 2017 blivu tær hugtiknar av stuttligu og festligu fólkatónleikatónunum, og fóru á eina stevnu í Finnlandi, har bólkurin Kalas varð settur á stovn. Síðani hevur Kalas verið ein aktivur bólkur á føroyska tónleikapallinum. Tær hava verið á ymsum øðrum uttanlanda stevnum síðani, og spæla tí bæði føroyskan og útlendskan tónleik.

Kvonn og Kalas framføra 22. november kl. 21.00. Atgongumerki kosta 50 kr.

Hvat er Swangah?

Swangah er fyrsta heglingsælið í november og fyrsta ódnin í desember.

Tað sinnisreinsandi sjokkið, fólk uppliva, tá tey leypa á sjógv, kallast Swangah. Swangah er munurin millum alment stuðlaðan yrkingaupplestur fyri kultursnobbum og sjálvboðið battle rap í Illtonkt. Swangah er at ganga upp á øll fjøll í Føroyum – um veturin. Swangah er mentan í arbeiðshandskum og trygdarskóm. Swangah er tað, sum skilir Havnina frá restini av Føroyum. Swangah er eitt spark í reyvina á øllum, sum ikki vita, at tey treingja til tað.

- Sjúrður Skaale

Konsertin verður 23. november kl. 21.00 og atgongumerki kosta 200 kr.

Fríggjakvøldið 29. november kl. 21.00 framføra Klingra í OY.

Atgongumerki kosta 50 kr.

"YULE" útgávukonsert við Teiti og Dreamer's Circus

Samstarvið ímillum Teit og trio’ina Dreamer's Circus byrjaði við eini upptøku av Brestiskvæðnum, sum kom út í 2022. Síðani vóru teir á konsertferð á jólum í fjør, sum legði lunnar undir eina útgávu, sum er innspæld í Hoydølum í ár.

Talan er um moderniseringar av gomlum tilfari, sum vit hoyra um jóltíðir, við útgangsstøði í fólkatónleiki og tí, at víkingar og fólk í norðurlondum feiraðu stytsta dagin og yule við jólatræ, mistilteini.

Dreamer's Circus er mettur av vera ein tann besti fólkatónleikabólkurin í Norðanlondum, teir hava vunnið nógvar virðislønir og spæla konsertir kring allan knøttin.

Týskvøldið 17. desember verður útgávukonsert í OY. Atgongumerki kosta 300 kr.

Nú eru 7 long ár síðan at Necrolepsia hava trakkað upp á pall, og tíðin er endiliga komin aftur! Í summar gav black'n'roll bólkurin Necrolepsia tí allarfyrstu føroysku black'n'roll plátuna út, og vísti hervið heiminum teirra serliga kokkteyl av metal og rokktónleiki, við løgum sum "Oktober" og "Atterglans". Nú verður høvið at koma til ársins lívligastu líkskoðan! Bólkurin hevur valt at endurrísa gamla táttin við at hava eina rimmar metal konsert millum jól og nýggjar. Teir bjóða hervið øllum føroyskum málmsfjepparum og áhugaði at koma niðan í OY 27. desembur at pikka korn sum tann beri fanin!

Við sær hava teir tað allarbesta sum lokalur málmur hevur at bjóða uppá: Death metal bólkurin Goresquad og svartrokk trio'in Svartsalt fara at geva nakrar sjálvsamar og einastandandi framførslur. Harafturat verður nýggjasta skotið í føroyskari málmsøgu at hoyra við Eimyrja.

Fýra bólkar uppá eitt kvøld við tí besta og ørasta tónleikinum sum Føroyar klárar at diska upp við, tað verður eitt kvøld sum málmfjepparir og málmáhugaði seint fara at gloyma! OY, 27. desembur kl. 21, VER HAR.

Atgongumerki kosta 100 kr.

RUNDVÍSINGAR
Her kanst tú bíleggja rundvísingar til 6-30 fólk. Eru tit fleiri enn 30? So send okkum ein teldupost á barr@oy.fo
Rundvísing av bryggjarínum við ølsmakking
- 4 x 20cl øl
Mikudag, hósdag, fríggjadag og leygardag klokkan 14:00 umframt fríggjadag og leygardag klokkan 16:00. Rundvísíng má bíleggjast í minsta lagi 24 tímar áðrenn rundvísingina.
Rundvísing av bryggjarínum við ølsmakking og miðmála aftaná
- 4 x 20cl øl
Mikudag, hósdag, fríggjadag og leygardag klokkan 12:00. Rundvísíng má bíleggjast í minsta lagi 24 tímar áðrenn rundvísingina.
Rundvísing av bryggjarínum við ølsmakking og døgurða aftaná
- 4 x 20cl øl
Mikudag, hósdag, fríggjadag og leygardag klokkan 17:00. Rundvísíng má bíleggjast í minsta lagi 24 tímar áðrenn rundvísingina.
HOYM VIÐ
Veitingartíð upp til 30 min
Protein
115,00 DKK
Broyskin høsnarungi, tatarsós, tomat og rukkola
125,00 DKK
Broyskin høsnarungi, tomat, kimchi, rukkola, koreansk kilimajonesa
95,00 DKK
75,00 DKK
115,00 DKK
75,00 DKK
Tlhoyr
25,00 DKK
28,00 DKK
35,00 DKK
35,00 DKK
35,00 DKK
15,00 DKK
10,00 DKK
10,00 DKK
Vit brúka cookies fyri at fáa bíleggingarskipanina at rigga sum best fyri tann kagara, sum nýttur verður til at vitja skipanina. Neyðugar cookies tryggja, at bíleggingarskipanin riggar, sum hon skal. Hesar neyðugu cookies innihalda ikki persónsupplýsingar og verða ikki nýttar til marknaðarátøk ella líknandi. Vit nýta eisini cookies, sum geva okkum hagtøl um, hvør vitjar síðuna. Hesar upplýsingar eru valfríar og kunnu fráveljast. Tú kanst lesa meira um hesar valfríu upplýsingar her. Vinarliga vel um tú ynskir at góðtaka hesar valfríu cookies. Tú kanst lesa meira her. Vinarliga vel um tú ynskir at góðtaka hesar valfríu cookies.