Borð
Útvið
Persónupplýsingar
Rita inn
TÍN BÍLEGGING
Tiltøk: 0
Í alt: 0,00
Tiltøk á ROKS
Ársins síðsta Wine Take-Over á ROKS verður tann 31. august, 2023! Hesa ferð bjóða vit ikki bert einum, men tveimum vínhúsum, ið bæði framleiða vín, sum hóskar sera væl til fisk og skeljadjór úr sjónum - og tað elska vit á ROKS!
Tí skipa vit, sum altíð, fyri einari serligari ROKS matskrá afturvið vínum frá Attis Bodegas y ViNedos og Quinta de la Quietud úr Spaniu.



Attis, kend fyri teirra hvítvín burturúr galisisku drúvuni Albariño, framleiða vín í Galisia, sum er kaldasta vínøkið í Spaniu. Vínøkið liggur út ímóti Atlantshavinum.



Longur inni í landinum og burtur frá havinum framleiða Quinta de la Quietud vín í vínøkinum Toro, bert tveir kilometrar frá stóránni Duero. Tey eru serliga kend fyri teirra reyðvín, sum ber heitið “Tinta de Toro”.



Vit eru serliga heppin, tí kokkurin á ROKS, Elí Gonzáles Roda, sum er úr Spania, fer at gera eina serliga ROKS matskrá afturvið vínunum, sum vit skeinkja í glasið.



Til tiltakið kemur Laura Vazquez Rajo, sum umboðar bæði vínhúsini, at greiða frá hvørjum einstaka víni.



Kostnaður fyri hvønn persón er 1.450 kr



Tiltakið byrjar kl. 18:30

Vit brúka cookies fyri at fáa bíleggingarskipanina at rigga sum best fyri tann kagara, sum nýttur verður til at vitja skipanina. Neyðugar cookies tryggja, at bíleggingarskipanin riggar, sum hon skal. Hesar neyðugu cookies innihalda ikki persónsupplýsingar og verða ikki nýttar til marknaðarátøk ella líknandi. Vit nýta eisini cookies, sum geva okkum hagtøl um, hvør vitjar síðuna. Hesar upplýsingar eru valfríar og kunnu fráveljast. Tú kanst lesa meira um hesar valfríu upplýsingar her. Vinarliga vel um tú ynskir at góðtaka hesar valfríu cookies. Tú kanst lesa meira her. Vinarliga vel um tú ynskir at góðtaka hesar valfríu cookies.